Anna Magnussen og hesturin Freyr vunnu í gjár FM í tvíspori, og hetta er fyrstu ferð, at FM heitið í tvíspori er endað í Eysturoy, sigur Ríðisamband Føroya.
Tað er serliga Vágarnar og Streymoy, ið hava gjørt um seg seinastu árini, men miðvísa arbeiðið í Eysturoy - serliga í Lamba, haðani Anna Magnussen og Freyr eru - hevur eftir øllum at døma givið úrslit.
- Anna Magnussen og Freyr hava alt kappingarárið dystast móti Svonnu hjá Hans Paula Poulsen og Marengo við Regini Johannessen. Men hvørgan av teimum stóð Freyr kurl, tá á stóð leygardagin. Á málinum var Freyr nakrar longdir frammanfyri hinar og vann við tíðini 34:34. Svanna gjørdist nummar tvey og Marengo nummar trý, hetta var eisini endaliga FM støðan, sigur Ríðisamband Føroya.
Lagt var upp til ein spennandi riðil frammanundan, men tá avtornaði vunnu Anna Magnussen og Freyr sannførandi.
Aðrar kappingar vóru eisini í gjár. Regin Johannesen á Brynjari vann tøltkappingina, men av tí at tølt ikki er FM grein, gjørdist heldur eingin FM vinnari í tølt.
Skeiðkappingina vann Beinta P. Debes á Kór, FM vann Bárður Johannessen á Syrpu. Trav vann Kristfríð D. Jacobsen á Gretti, tey vunnu eisini FM, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Sílfu, tær hava vunnu allar FM kappingarnar og eru sostatt eisini føroyameistarar í Tvíspor ung. Tvíspor ll flokk vann Tittan við Geir Wardum og Oldboys vann Marner Joensen á Óðin, hetta eru ikki FM kappingar.