FM í snartalvi leygardagin

FM í Snartalvi 2008 verður leygardagin 6. desember í hølum Havnar Telvingarfelags, Tórshavn. Kappingin byrjar kl. 13.00, men neyðugt er at melda luttøku í seinasta lagi kl. 12.30. Tekning á staðnum. Telvað verða 9 dupult-umfør, ella íalt 18 talv, har hvør telvari hevur 5 min. í part til talvið.

Luttøkugjald: 100 krónur.

Kappingin telur við í Grand Prix Kappingini

Peningavirðislønir verða latnar sum vanligt hevur verið, men herumframt verður aftur í ár telva um snotuliga ferðasteypið, sum Grannskoðaravirkið INPACT lat í 2005. Eisini verða medaljur til 1,2,3 og heili 3 ratingvirðislønir, sum fevna um pening og medaljur.

Talvsamband Føroya vónar, at møtt verður fjølment.