-Eftir fleiri áheitanir frá trúføstum luttakarum til farnar kappingar, hava vit valt at taka uppaftur siðin at hava tær væl umtóktu spurnarkappingarnar á havnarlagnum á Tvøroyri.
Tað siga fyrireikararnir, sum nú aftur bjóða til Pub Quiz á Tvøroyri.
Spurnarkappingarnar, sum ganga fyri seg á barrum kring landið, hava lagt seg rimmarfastar á býarmynstrið. Í Havn, í Runavík, Klaksvík, á Tvøroyri og aðrastaðni í landinum verður javnan lagt upp til kappingar millum vitjandi, og nú tekur Pubbin á Tvøroyri upp aftur táttin.
Og hesar barrir kring landið hava seinastu árini eisini skipa fyri FM í PubQuiz, sum í ár verður á Viðareiði í desember.
PubQuiz á Tvøroyri byrjar komandi fríggjakvøld.