FM kappingin fyri lið

Farið verður nú undir liðkappingina í bridge

BRIDGE

FM liðkappingin hevur tey seinastu árini koyrt við tveimum deildum, har seks lið árið fyri hava kvalifiserað seg at leika í 1. deild og frí tilmelding hevur verið í 2.deild.

1. deild
Liðini í 1. deild eru hesi:
Junior Buss Taxa
Allan Dal-Christiansen
Símin Lassaberg
Carl Mikkelsen
Jóna Grunnveit
Jórun Johannesen

Junior Buss Taxa við Boga Simonsen sum liðformanni vóru føroyameistarar í fjør og mugu teljast við millum favorittarnar í ár. Leikararnir á liðnum eru teir somu sum í fjør, umframt Boga eru á liðnum eisini Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen, allir landsliðsveteranar frá EM í Italia í summar.
Liðið hjá Allan Dal-Christiansen var føroyameistari í fyrraárið og teljast teir avgjørt eisini millum favorittarnar at gerast føroyameistarar. Liðið er óbroytt: Allan Dal-Christiansen, Dánjal Pauli Mohr, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen.
Eysturingar hava nógv ár liðið frammarlaga í bridge, men enn mangla teir at vinna FM fyri lið. Spurningurin er bara, nær tað verður, teir hava vunnið hóp av øðrum kappingum so sum FM fyri feløg og steypakappingina. Teir, sum leika á liðnum í ár eru Símin Lassaberg, Magni Jøkladal, Árni Dam, Marner Joensen, Eyðun Augustinussen og Robert Langgaard.
Liðið hjá Carl Mikkelsen er endað á fjórða sæti nú nógv ár á rað. Við á liðnum hjá Carl leika eisini Egil Helmsdal, Atli Hansen, Jógvan Ranghamar, Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen.
Á liðnum hjá Jónu Grunnveit leika eisini Henriette Svenstrup, Niels Nielsen, Eyðun Jensen, Pól Jensen og Øssur Winthereig.
Liðið hjá Jórun Johannesen var eitt ár í 2.deild og flutti upp aftur í 1.deild í fjør. Við á liðnum hjá Jórun eru eisini Johannes Skaarup, Oddmar Danielsen og einar Ellingsgaard.

2. deild
Freistin at melda lið til í 2.deild er úti týskvøldið 29. oktober. Tey, sum ætla at tekna lið til kappingina, skulu seta seg í samband við kappingarleiðaran í FBS, Marjun Restorff tel 26 22 20 ella 31 91 42. Seinast, vit frættu, høvdu 10 lið tekna seg til kappingina í 2. deild, og tá vóru bara tvey lið úr Havn komin á listan, tvey úr Klaksvík, trý úr Eysturoy, eitt úr Vágum og eitt úr Suðuroy.
Hetta, at feløgini á bygd eru uppafturstaðin, kunnu øll bridgeáhugaði í Føroyum bara gleðast um, og nógv er, sum bendir á, at vit fáa eina áhugaverda, spennandi og ikki minst hugnaliga kapping í 2.deild í ár.

Spæla í Klaksvík
Tey fyrstu umførini í FM kappingini fyri lið verða spæld í Klaksvík komandi vikuskifti. Spælt verður í Sjómansskúlanum og byrjað verður leygarmorgunin 2. november kl 10.00. Spælt verður eisini sunnudagin.