FM í talvi fyri einstaklingar er í hesum døgum í Klaksvík. Kappast verður í Skúlanum við Ósánna. Har eru umstøðurnar góðar bæði hjá telvarunum og áskoðarunum.
Telvað verður hvønn dag fram til páskaaftan, tá ið 9. umfarið verður. Í dag verða fyrstu leikirnir fluttir klokkan 14, og í morgin og týsdagin verður tað telvað frá klokkan 17.00.
Í gjár var fyrsta umfar í landsliðsbólkinum, og tað lagaði seg soleiðis:
Rani Baldursson-Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1
Høgni Egilstoft Nielsen-Margar M. Berg 1-0
Heiðrikur T. Jacobsen-Hans Kristian Simonsen 0-1
Ólavur Simonsen-Martin Poulsen ½ - ½
Rani Nolsøe-Tummas M. Sólsker 1-0
Í dag er skráin henda:
Tummas Martin Sólsker-Rani Baldursson
Martin Poulsen-Rani Nolsøe
Hans Kristian Simonsen-Ólavur Simonsen
Margar M. Berg-Heiðrikur T. Jacobsen
Rógvi Egilstoft Nielsen-Høgni Egilstoft Nielsen