FM fyri handverkslærlingar – komið og upplivið dygdarhandverk

Føroya Handverksmeistarafelag bjóðar øllum vælkomnum til spennandi kappingina FM fyri handverkslærlingar, har framtíðar handverkarar fara at vísa síni kynstur og stríðast um heiðurin sum Føroyameistari í seks ymiskum fakum

Vinnuhúsið:

 

Tiltakið verður hildið 27. og 28. februar á Glasi, og vit vilja fegin bjóða áhugaðum – serliga næmingum, foreldrum og vinnulívsfólki – at koma at síggja dygdarhandverk og møta teimum, sum mynda framtíðina í føroyskum handverki.

 

Kappingin byrjar hósmorgunin kl. 8:10, og kl. 9:40 verður tiltakið sett. Tað verður landsstýrismaðurin við ábyrgd av yrkisútbúgvingarøkinum, Djóni Nolsøe Joensen, sum setur FM fyri handverkslærlingar. Til setanina fer arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, at hugleiða um tað góða handverkið.

 

Ímeðan kappingin er í gongd, fara næmingar í 8. flokki at vitja, har teir sleppa at síggja lærlingarnar arbeiða og fáa innlit í ymsu handverksyrkini.

 

Fríggjadagin heldur kappingin fram frá kl. 8:10, og kl. 13:50 eru allar kappingar lidnar. Síðani fara dómararnir at meta um avrikini, áðrenn vinnararnir verða kunngjørdir og heiðraðir kl. 16:00.

 

Vit vóna at síggja nógv fólk til hetta týdningarmikla tiltakið, har vit í felag kunnu hátíðarhalda handverksfakini og okkara evnaríku lærlingar.

 

Skráin fyri FM fyri handverkslærlingar

 

Hósdagur 27. februar

08:10 – Kapping byrjar

09:40 – Tiltakið verður sett og steðgur hjá luttakarum

10:10 – Kappingin heldur fram

10:15 – 8. flokkar koma at vitja

12:10 – Døgurðasteðgur hjá luttakarum

12:30 – 8. flokkar eta

12:40 – Kappingin heldur fram

14:00 – Kaffisteðgur

14:15 – Kappingin heldur fram

17:30 – Liðugt fyri í dag

 

Fríggjadagur 28. februar

08:10 – Kappingin byrjar

10:00 – Kaffisteðgur

10:15 – Kappingin heldur fram

12:10 – Døgurðasteðgur hjá luttakarum

12:40 – Kappingin heldur fram

13:50 – Allar kappingar lidnar

14:00 – Døming

16:00 – Handan

 

Takið vinir, familju og starvsfelagar við og komið og upplivið handverksfakini í hæddini.