FM fagnaðurin er serliga stórur umborð á Fípuni

5-mannafør dreingir: Í fjør mistu teir FM á stokkinum, og í dag vunnu teir úr Klaksvík bæði FM og ólavsøkuróðurin

Fyri einum ári síðani var tað øgiigur fagnaður umborð á Heyki. Dreingirnir úr Hósvík vunnu á ólavsøku finaluróðurin ímóti Fípuni Føgru. Harvið var Heykur FM vinnari og ólavsøkuvinnari.

 

Í dag var aftur talan um finaluróður millum hesar báðar bátarnar.

 

Heykur sprakk avstað, men Fípan Fagra var beinanvegin í hølinum á Heyki, og tað varð heilt skjótt greitt, at kappingin um ólavsøkusigurin fór bara at vera millum hesar báðar bátarnar, sum løgdu seg eina og so tvær bátslongdir undan hinum bátunum.

 

Heykur var eina løtu ein skut undan klaksvíksdreingjum. Men teir á Fípuni Føgru vístu seg at vera rættiliga treystir og knáir.

 

Smátt um smátt otaði Fípan Fagra seg undir liðina á Heyki. Eina løtu róðu hesir báðir borð um borð og stavn um stavn fram ímóti málinum. Á málinum var Fípan Fagra rongina undan Heyki, og so er Fípan Fagra við dreingjum úr Klaksvík bæði ólavsøkuvinnari og FM vinnari.

 

1Fípan Fagra04:39.10700
2Heykur04:39.36600
3Ørnin04:47.04500
4Jallurin04:47.18400
5Teistin04:52.49300
6Leikalind04:54.39200
7Knúkur04:55.04100
8Dúgvan04:56.06000
9Royndin Fríða04:56.08000
10Sílið04:58.15000
11Firildur04:58.28000
12Ingibjørg04:58.43000
13Fenja05:07.11000

 

 

 

FM

 

1 Fípan Fagra  47

 

2 Heykur         44

 

3 Ørnin            33