FM í estetiskum fimleiki fyri gentur

Fríggjakvøldið verður føroyameistarakapping fyri gentur í estetiskum fimleiki. Umframt at vinna FM sleppur vinnandi liðið til stóra kapping í Finnlandi seinni í mars mánaði

FIMLEIKUR

Fríggjakvøldið 2. mars verður føroyameistarakappingin fyri gentulið í estetiskum fimleiki. Ítróttarhølin á Hálsi í Havn verður karmur um kappingina, sum byrjar kl. 19:30. Liðini, sum fara at kappast, eru frá Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag. Umframt kappingarliðini fara gestalið frá Yndi eisini at framføra. Frásøgufólk til kappingina verður Karina Nolsøe.
Hetta er triðja árið, at Føroya Fimleikasamband skipar fyri kappingum í estetiskum fimleiki, og sigast kann ikki annað enn, at tað er eitt ótrúliga stórt arbeiði, ið er gjørt hetta tíðarskeiðið. Fimleikararnir venja nú upp til fimm ferðir um vikuna, umframt at tær eisini hava “heimavenjingar”.
Alt hetta arbeiðið og harða venjingin sóust væl aftur í steypakappingunum, sum vóru í Klaksvík í januar mánaði. Støðið er hækkað ómetaliga nógv, og tað sæst, at fimleikararnir veruliga vilja nakað.
Fimleikasambandið ynskir, at enn fleiri kappingar verða í framtíðini, soleiðis at bæði fimleikarar og dómarar fáa enn meira burtur úr nógva arbeiðinum, sum longu er lagt í estetiska fimleikin, so tað verður spennandi at vita, hvat fer at henda framyvir.
Umframt at vinna føroyameistaraheitið, fær vinnandi liðið eisini høvi til at fara til eina altjóða kapping í estetiskum fimleiki, sum verður í Finnlandi 23. og 24. mars. Dómararnir eru eisini spentir at royna seg. Fleiri dómarar hava bert dømt eina kapping frammanundan, og tveir dómarar skulu eisini til Finnlands at døma í somu kappingini, sum er nevnd omanfyri.
Tvær aðrar kappingar í estetiskum fimleiki verða afturat hesari komandi tíðina. Í apríl verður ein B-kapping í ítróttarhøllini í Runavík, og 5. mai verður FM-kappingin fyri kvinnur, smágentur og pinkur. Undanfarnu árini hava hallirnar verið fullsettar við áskoðarum, og FFS vónar eisini at síggja nógv fólk til komandi kappingarnar.
Dyrnar í ítróttarhøllini lata upp ein tíma, áðrenn kappingin byrjar, soleiðis at áskoðararnir kunnu finna sær pláss í góðari tíð. Atgongumerkini til kappingina kosta kr. 80,- fyri vaksin og kr. 10,- fyri børn.