FM í einkultstartur fyri børn

Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin 2. oktober fyri súkklukapping fyri børn fødd frá 1990 til 1998. Kappast var í einkultstarti. Tað merkir at ein og ein fer avstað í senn, og so ræður um at súkkla teinin so skjótt sum møguligt.
Veðrið var ikki av tí allarbesta, men hóast tað komu børn úr Kaldbak, Havn, Vágunum og aðrastaðni frá at súkkla kapp.
Startur og mál var við busskýlið í Kaldbaksbotni, og súkkla varð inn ímóti Kaldbak har vent var. Vindurin lá inn eftir fjørðinum, og tí gekk tað heldur seinni at súkkla út til vendipunktið enn heimaftur. Hvussu langt hvør súkklaði var tengt at hvørjum bólki ein súkklaði í.
Yngsti bólkurin, sum eru børn árg. ?96-?98 súkklaði 1,5 km, og hjá dreingjunum var kappingin sera tøtt. Krisjan Johansen, sum hevur luttikið í fleiri kappingum í ár, og staðið seg væl, megnaði at súkkla teinin trý sekund skjótari enn Martin Højgaard, meðan Tóri Nielsen andaði Martin í nakkan, men gjørdist 4 sekund ov stuttur. Hesin munurin er sera lítil, tá hugsað verður um, at teir ikki hava sæð hvønn annan, meðan teir hava súkkla, og vónandi koma vit at síggja meir til teir seinni. Hjá gentunum gjørdist Beinta á Bøgarði føroyameistari í einkultstarti 2004.
Mittasti bólkurin, sum eru børn fødd millum ?93-?95, súkklaði 4 km. Hjá gentunum vann Ása Helena Rasmussen sannførandi, og hjá dreingjunum á fjallasúkklu vann enn einaferð Jógvan Mellemgaard. Kappingina hjá dreingjum á kappsúkklu vann Finnur Mellemgaard, og hesi kunnu nú kalla seg føroyameistarar í einkultstarti 2004
Tey sum eru árg. ?90-?92 súkklaðu 6 km. Og har var eisini spennandi millum nummar eitt og tvey hjá dreingjunum á fjallasúkklu. Tað vóru bert tvey sekund millum eitt og tvey, og tá avtornaði eydnaðist tað Andreas Nielsen at vinna á Jógvan Ólason, sum sostatt gjørdist nummar tvey. Hjá dreingjum á kappsúkklu vann Rúni Bláfoss.
Eftir kappingina fingu luttakararnir sodavatn sum Føroya Bjór hevði latið.
Úrslit av kappingini vóru hesi


Gentur árg. ?96-?98
1 Beinta á Bøgarði 4:32
2 Birita Dam 4:47
3 Hildur Poulsen 7:00

Dreingir árg. ?96-?98
1 Krisjan Johansen 4:52
2 Martin Højgaard 4:55
3 Tóri Nielsen 4:59
4 Bogi á Vollanum 5:35
5 Rasmus Mohr Nielsen 5:51
6 Mortan á Bøgarði 6:06
7 Rói Johannesen 6:55

Gentur árg. ?93-?95
1 Ása Helena Rasmussen 13:59
2 Brynja Siri Rasmussen 14:19

Dreingir árg. ?93-?95 á fjallasúkklu
1 Jógvan Mellemgaard 12:03
2 Jens Pauli Johansen 12:18
3 Janus á Bøgarði 12:32
4 Jóanis Albert Nielsen 15:51

Dreingir árg. ?93-?95 á kappsúkklu
1 Finnur Mellemgaard 9:22
2 Harald Joensen 11:36

Dreingir árg. ?90-?92 á fjallaúkklu
1 Andreas Nielsen 15:30
2 Jógvan Ólason 15:32
3 Hjørleif Johannesen 18:13

Dreingir árg. ?90-?92 á kappsúkklu
1 Runi Bláfoss 12:16
2 Niels Christiansen 13:53