FM byrjar hósdagin

86 svimjarar fara at kappast um gullmerkini, tá FM-kappingin í svimjing verður á skránni

svimjing

Føroyameistaraskapið í svimjing verður í Tórshavn hósdagin, fríggjadagin og leygardagin 20, 21 og 22 mai, og verða tað 86 svimjarar við 500 startum ið fara at kappast hesar tríggjar dagar um medaljurnar í teimum 40 kappingunum ið verða.
Innleiðandi kappingarnar verða svomnar fyrrapart og finalir seint seinnapart allar dagarnar
Leygarkvøldið tá FM er liðugt, verður Gallaveitsla Kl. 20:00 á Hotel Føroyum, har ymisk steyp verða handa til : Grand Prix vinnarnar og ársins svimjarar, venjarar, hjálparfólk, heppifelag o.a
Eisini fer landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti at taka út átta svimjarar ið skullu luttaka til Íslendska meistaraskapið í 50m hylið, henda kapping verður í Reykjavík í døgunum 11 til 14 juni.
Sum sagt, so byrjar kappingin hósdagin. Longu kl. 9.00 eru fyrstu innleiðandi kappingarnar á skránni, og seinni á degnum verður so almenna setanin av kappingini.
Fyrstu finalurnar eru á skránni beint eftir hetta, og fríggja- og leygardagin verður annars svomið upp á sama hátt. Altso innleiðandi kappingarnar kl. 9 um morgunin, meðan finalurnar so eru á skránni kl. 18.