FM í borðtennis um vikuskiftið

FM fyri yngru deildirnar í ein- og tvímansleiki í borðtennis, verður í høllini í Trongisvági 28. og 29. mars 2008

Byrjað verður fríggjadagin kl. 16 við smápinkum/smápiltum. Kl. 18 leika piltar og pinkur. Leygardagin kl. 10 smádreingir/smágentur. Kl 13. dreingir/gentur. Kl. 16 blandaður tvímansleikur. FM fyri eldri deildir vera leiktar 18. og 19. apríl. Innleiðandi bólkar í unglingum, kvinnur/menn, og meistaradeild, kvinnur/menn verða leiktar fríggjadagin. Finalur í meistaradeild kvinnur/menn verða leiktar 19. apríl í Badmintonhøllini í Havn, í samband við galla tiltakið hjá Borðtennis, Judo og Badminton sambondunum.