FM í barnaróðri

Barnaróður verður á øllum sjey FM-stevnunum í ár, men aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum gjørdi leygardagin av, at á trimum av stevnunum skal talan eisini vera um FM-róður hjá børnunum

Føroyskur kappróður fær nú í minsta lagi enn eina FM-kapping. Á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum leygardagin var samtykt, at barnaróður nú eisini skal skipast í FM-kapping, og at ein bólkur skal arbeiða víðari við hesum uppskoti.
Millum uppskotini á aðalfundinum var, at tríggjar av kappróðrarstevnunum í summar skulu vera FM-stevnur hjá børnum. Skotið var upp, at hesar verða Jóansøka, Vestanstevna og Ólavsøka.
Eisini var tosað um at býta barnaróðurin upp, soleiðis at tað ikki verður alt ov stórur munur millum tey elstu og yngstu í barnaróðuri – eitt nú sum U12 og U14.
Dúgliga var kjakast á aðalfundinum um hetta uppskot. At enda var samtykt, at ein trímannabólkur skal gera reglugerð fyri róðurin og aldursbólkar, umframt uppskot til, hvussu nógvar og hvørjar stevnur talan skal verða um.
Síðan verður eykaaðalfundur hildin áðrenn Norðoyastevnu, har endalig støða skal takast til, hvussu barnaróðurin verður skipaður sum FM-róður.