Svimjihøllin í Gundadali er hetta vikuskiftið karmur um Føroyameistarastevnuna 2018 á stuttgeil.
Tilsamans eru 479 tilmeldingar til einstaklingakappingar og 46 til liðsvimjing frá fimm av teimum seks virknu feløgum, harav HS, SuSvim og Ægir eiga bróðurpartin.
Kappingin er síðsti kjansur hjá føroyskum svimjarum at klára kravtíð til HM á stuttgeil 2018, umframt til NM/NJM 2018. Hartil er FM á stuttgeil 2018 fyrsta av fýra møguligum úttøkustevnum til Oyggjaleikir 2019.
HM á stuttgeil 2018 verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018, meðan NM/NJM 2018 verður í Oulu í Finnlandi frá 7. til 9. desember 2018.
Á 25. árið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum, og sigst hetta vera ein hin flottasta beinleiðis sjónvarpaða føroyska ítróttarstevnan.