Flytið Arbeiðseftirlitið inn í Eysturoynna

Føroyar hava brúk fyri øktum dynamikki og at peningaliga trýstið á landskassan á rakstrarøkinum lætnar

Tað er ikki so langt síðani, eg las eina kanning, sum gjørd var í Danmark í sambandi við sokallaðan »tríhyrnisøkið« á Jyllandi, sum sammett varð við Keypmannahavnarøkið.

Ætlanin var at meta um, hvussu til bar at seta á stovn fleiri fyritøkur í Keypmannahavnarøkinum.

Altjóða floghavnin í Kastrup og ikki minst, at Fríhavnin í Keypmannahavn var farin at virka betur, skapti hesa kanning. Tí kundi mangt bent á, at eitt lættari samband við restina av heiminum gjørdi tað eyðsýnt lættari at liggja á Keypmannahavnarøkinum.

Niðurstøðan í kanningini var í stuttum henda:

?at í Keypmannahavnarøkinum lógu lønirnar veruliga eini 30% hægri enn á Jútlandi

?at leigu- og grundøkisútreiðslurnar lógu meira enn 30% hægri

?at arbeiðseffektiviteturin lá 30% lægri enn á Jútlandi

?at krøvini í Keypmannahavnarøkinum vóru øðrvísi og meira ágangandi


Hetta gjørdi, at tað loysti seg betur at liggja á Jútlandi.

Tað er eitt og annað, sum bendir á tað sama í Føroyum.


At flutt hevði ivaleyst

loyst seg

Í seinastu viku dyrgir Arbeiðseftirlitið aftur eftir meiri peningi, hóast hækkanin er smáar 400 túsund krónur, t.v.s. góð 10% fyri 1999, og sigur samstundis, at tað ikki ber til at liva við hesum.

Peningaliga trýstið á landskassan bert økist, so leingi vit lata alt liggja saman á einum øki.

Vísandi til omanfyri nevndu kanning úr Danmark, hevði tað uttan iva loyst seg at tikið spurningin upp at flyta tær fyritøkur út í annað bíligari øki í Føroyum, sum liva eins væl og betur har.

Ein fyritøka, sum í øllum førum hóskandi kundi verið flutt, er Arbeiðseftirlitið. Tað lá helst betur fyri í Eysturoynni. ? Eisini aðrar fyritøkur lógu betur aðrastaðni í Føroyum.


Økja dynamikkin

Vit vita øll, at peningaligu játtanirnar eru nú komnar á eitt so mikið høgt støði, at vit liva ikki við teimum.

Eisini síggja vit í Danmark, hvussu farið verður fram fyri at finna sparingar.

Føroyar hava brúk fyri øktum dynamikki og eini kvikligari arbeiðsgongd, og at færri pengar verða játtaðir til almenna økið.

Soleiðis sum dugnaligi landsstýrismaðurin í vinnumálum Finnbogi Arge tosar, og nú hann politiskt hevur marknaðarført kenda fyribrigdið í handilslívinum »cost-benefit«, kundi eg hugsað mær, at hann tekur hetta og onnur álvarsmál upp.


Jógvan við Keldu, løgtingsmaður