Áki Bertholdsen
- Eg eri sannførdur um, at nú Ferðavinnuráðið er endurstovnað við nýggjari forkvinnu, er ferðavinnan aftur komin á rætta sporið.
Tað heldur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum í Vágum og gamal formaður í ferðavinnufelagnum.
- Men nú hava vit verið í eini oyðimarkarferð í fleiri ár, har halt varð lagt í oyði, sum kundi leggjast í oyði og eitt nú varð Ferðaráðið tikið av, leggur hann afturat.
Og hann ivast heldur ikki í, at tað ber væl til at menna ferðavinnuna enn meir.
- Vit hava góðar ferðamøguleikar, vit hava gott undirstøðukervið við hotellum, góðum vegum, longdum flogvølli, nýggjum Smyrli, undirsjóvartunlum og nógvum ferðatilboðum.
Hann heldur eisini, at ferðavinnan hevur nógv størri samfelagsliga týdning, enn fólk kanska feva sær far um.
- Við ongum ella fáum ferðafólkum, eru tað bara føroyingar at rinda kostnaðin fyri at hava flogvøllin, Atlantsflog og Strandferðsluna og tað hevði gjørt tað nógv dýrari.
- Ferðafólk tryggja eisini tilverugrundarlagið undir hotellum, matstovum og ferðatilboðum, sum føroyingar sanniliga eisini njóta gott av
- Sostatt hevur ferðavinnan stóran týdning at tryggja lívsdygdina hjá vanliga føroyinginum.
Onkur skal gjalda rokningina
Men tað eru eisini røddir frammi um at taka frá ferðavinnuni við at forbjóða tollfríari sølu av tubbakki og rúsdrekka?
- Ja og tað haldi eg, er tann øvugta verð, sigur Jákup Sverri Kass.
- Hetta royndu grønlendingar fyri nøkrum árum síðani og tað hevur kostað teimum so nógv arbeiðspláss og so nógvar inntøkur, at fyrsta november í ár seta grønlendingar tollfríu søluna í gildi aftur.
Jákup Sverri Kass sigur, at verður tollfría sølan í Føroyum avtikin, missa bæði flogvøllurin, Atlantsflog og Norrøna so nógvar inntøkur at ongin ivi er um, at hetta fer at hevna seg aftur í munandi hægri ferðaseðlaprísum.
Tollfría sølan er helvtin av allari tollfríu søluni á flogvøllinum og tollfría sølan verður eisini ein høvuðs inntøkukelda hjá nýggju farstøðini.
- Onkur skal so betala og fáa vit ikki inntøkurnar frá tollfríu søluni at rinda útreiðslur við, má peningurin koma onkra aðrastaðni frá, staðfestir stjórin á flogvøllinum.
- So mugu vit fáa inntøkurnar onkra aðrastaðni frá, har tað ber til at fáa tær frá og tað fer so at merkja hægri brúkaragjøld til flogvøllin og dýrari ferðaseðlar.
- Hetta fer so eisini at gera kappingarførið hjá føroysku ferðavinnuni verri og tað merkir færri ferðafólk og minni inntøkur.
Vit missa og danir fáa
Somuleiðis staðfestir hann, at verður tollfría sølan avtikin á Flogvøllinum og hjá Atlantsflogi, merkir tað ikki, at tollfría sølan heldur uppat.
- Hon verður bara flutt niður á flogvøllin í Kastrup ístaðin.
- Tá ið tollfría sølan av sigarettum varð avmarkað, varð sagt, at tað fór at geva landskassanum eina eyka inntøku upp á 12 milliónir.
Men ein uppgerð,Vágaportalurin setti upp nakað síðani, vísti, tað helt ikki stikk, tí inntøkan hjá landskassanum av tubbakki er ikki hækkað, men lækkað.
- Tær 12 milliónirnar, sum føroyski landskassin hevur mist, eru sostatt endaðar í danska landskassanum ístaðin, sigur Jákup Sverri Kass.
- Tað var tað sama, sum hendi, tá ið møguleikarnir at keypa tollfríar sigarettir vórðu avmarkaðar, so at tað nú bara er loyvt at hava eitt hálvt kartong. Tað ger bara, at ferðafólk keypa eitt kartong, men fáa síðumannin í flogfarin at taka aðra helvtina í land.
Jákup Sverri Kass skilir heldur ikki, hví summir politikarar eru sinnaðir at gera umstøðurnar hjá føroyskari vinnu verri enn umstøðurnar eru hjá vinnuni aðrastaðni.
MYNDATEKSTUR (Mynd av Jákup Sverra Kass)
Dýrari ferðaseðlar
- Verður tollfría sølan í Føroyum avtikin, missa vit so nógvar inntøkur at ongin ivi er um, at hetta fer at hevna seg aftur í munandi hægri ferðaseðlaprísum, heldur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum