British Petroleum hevur gjørt av at flyta umleið 150 fólk av pallum á Valhall-leiðini, sum er einar 180 fjórðingar í útsynning úr Stavanger. Umleið 30 fólk verða eftir á pallunum.
ConocoPhilips ætlar at flyta fólk av pallum á Ekofisk-leiðini. Har arbeiða umleið 1.400 fólk, men tað er ikki greitt, hvussu mong teirra skulu flytast til lands.
Norska veðurtænastan væntar illveður fríggjanáttina, men kortini ikki ódnarveður. Roknað verður við, at aldan kann koma upp í ellivu metra hædd.










