Flytingarvindeygað í enskum fótbólti verðu nú stytt. Tað verður ikki longur møguligt at keypa spælarar, eftir at kappingarárið er byrjað. Flytingarvindeygað í fýra teimum fremstu deildunum letur nú aftur 9. august, heldur enn 31. august, skrivar Sky Sports.
Av teimum 72 feløgunum atkvøddu 40 feløg fyri nýggja uppskotinum, meðan 29 atkvøddu ímóti. Trý feløg atvøddu ikki. Tað merkir, at tað er ikki full semja um broytingina, men meiri enn helmingurin tekur við broytingini.
Sum nú er, so kunnu feløgini keypa og selja til 31. august á midnátt. Hetta merkir, at venjarar og feløg mangan ikki vita, hvat tey hava við at gera, fyrr enn næstan ein mánaður er farin av kappingini.
- Eg eri eitt sindur bilsin av, at feløgini hava fingið uppskotið í gjøgnum so skjótt. Hetta kemur at hjálpa venjarunum at fyrireika seg til kappingarárið, sigur Shaun Harvey, formaður fyri enska fótbóltsdeildarsambandið.
Eitt av komandi málunum er, um tað skal verða loyvi at spæla graslíki.