Flying Superkids koma við Norrønu

33 fólk eru við í ferðalagnum, sum skal hava tvær framførslur í Føroyum. Lars Godbersen, leiðari hjá Flying Superkids sigur við Portalin, at tað gongur væl hjá teimum øllum umborð á Norrønu, og at tey gleða seg til at framføra síni kynstur fyri føroyingum.

Tey eru 33 í ferðalagnum, og tey koma inn á Havnina í morgun. Flying Superkids fara at hava framførslur í høllini á Hálsi í Havn, bæði týskvøldið og mikukvøldið klokkan 19.

Tað er útselt til báðar sýningarnar, og Lars Godbersen staðfestir, at tað verður ikki talan um nakra eykasýning. Tey ætla at geva alt, sum tey eiga á teimum báðum ásettu sýningunum. Og so fara tey heldur at miða eftir at koma aftur til Føroya eina aðru ferð.

Umborð á Norrønu hava Flying Superkids m.a. vant á tyrlupallinum, sum tað sæst á myndini.