Tað er avgerandi neyðugt, at tað verður lættari hjá føroysku línuskipunum at fáa útlendska manning.
Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum línuskip. Verður tað ikki lættari at fáa útlendska manning, verða enn fleiri skip løgd, enn tað longu eru, leggur hann afturat. Hann vísir á, at aðrar vinnur hava munandi lættari við at útvega útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi, enn fiskivinnan hevur.
- Støðan er nú so álvarslig, at skiparar og aðrir yvirmenn flýggja í aðrar sjóvinnur ella fara á land at arbeiða.
Orsøkin er, at tað er so strævið, og leggur sera stórt trýst á teir, fyri at fáa skipini mannað eftir hvønn túr, sigur formaðurin.
Teir kunnu tískil ongantíð vera vísir í, at hava nóg mikið av fólki og sleppa avstað aftur, tá skipið er landað og tað skal gerast klárt til nýggjan túr.
- Hetta merkir, at fyrr enn arbeiðsloysið er komið upp 4,5 prosent, ber ikki til at fáa nakran útlending umborð.
Seinastu árini er línuflotin minkaður úr 24 niður í 13-14 skip, og hendan gongdin fer at halda fram, verður ikki okkurt munagott gjørt fyri at beina forðingar av vegnum, so skipini kunnu mannast.
Hálvdan Gudmundsen leggur dent á, at hetta hevur einki at gera við, at spara hýru, tí útlendingar fáa júst somu lønar- og arbeiðstreytir, sum føroyingarnir hava.
- Orsøkin er eina og aleina tann, at vit hava so torført við at fáa mannað skipini, sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskip. |