Fyribilstøl hjá Strandfaraskipum Landsins vísa, at flutningutin var á leið hin sami, sum undanfarin ár, kanska nakað meira, tað vil siga á leið 3500 fólk aftur og fram.
Andras Jensen sigur, at tølini fyri Rituna teir 3 vikuskiftisdagarnar vísa, at 1440 sigldu við út og 1879 inn. Í alt 3319 fólk.
Harafturat hevði Strandferðalan Silju Star í sigling og førdi hon á leið 1000 fólk, metir Andras Jensen, men hann hevur ikki ítøkiligu tølini enn.
Sostatt vórðu yvir 4000 fólk flutt við Rituni og Silju Star.
Ritan sigldi leygardagin 30 túrar og Silja Star eini 10 túrar.
- Ongin ófriður var umborð, sigur Andras Jensen.
Til kjakið um, at tað tók ov langa tíð at flyta fólk, og at fólk bíðaðu ov longi á bryggjuni í Nólsoy, sigur Andras Jensen, at um 2000 fólk skulu flytast innan tveir tímar, so krevst størri bátur. Ternan var ikki tøk, og hon hevur verið roynd áður.
- Hon er so stór, at hon siglir ikki so ofta. Vit hava hinvegin størri títtleika við Rituni og Silju Star, og harvið hægri kapasitet við hesum báðum, sigur Andras Jensen, og leggur afturat, at størri skip eisini kostar nógvan pening at seta inn.