Í dag, hósdagin 20. juni, verða tveir dystir í 1. deild hjá kvinnum leiktir. Kappingarstjórin hevur gjørt av at flyta hesar dystirnar frá øðrum leikdøgum.
Í Havn verður dystur millum kvinnuliðini hjá B36 og GÍ, og inni á Toftum spæla B68 og KÍ.
Í Havn er B36 stórfavorittur at vinna dystin. GÍ tapti seinasta dyst sín, sum var ímóti B68, 5-1 á heimavølli. B36 skal royna at halda tørn við KÍ í oddinum í 1. deild, og tí er kravið ein sigur.
Á Toftum verður spennandi dystur millum KÍ og B68, sum bæði liggja í oddinum í fremstu kvinnudeildini. KÍ er favorittur undan dystinum, sum tær altíð eru, men B68 liðið er altíð torført at basa á heimavølli.










