Flutningsstuðul
Flutningsstuðul ella ikki?
Tað hevur verið ein spurningur, sum er nógv umrøddur í valstríðnum uppundir hetta løgtingsvalið.
Tað eru tey, sum hava ført fram, at skal fiskavirkjunum kring landið verða lív lagað, er tað neyðugt at tey fáa stuðul til at flyta fisk, bæði til virkini og tann virkaða fiskin av virkinum til avskipingarhavnina.
Serliga er hetta galdandi fyri Suðuroynna, sum liggur longst frá meginøkinum.
Eitt vanligt sjónarmið hevur verið, at tað er neyðugt hjá Suðuroynni at hava beinleiðis samband til Skotlands fyri at kunna sleppa av við feskar vørur.
Tað eru nógv vinnulívsfólk, sum eru samd í hesum.
Men tað eru eisini tey vinnulívsfólk sum vísa á, at flutningsstuðulin eisini kann verða ein stórur vansi fyri tey ymsu økini í Føroyum.
Tey siga, at júst flutningsstuðulin er ein forðing fyri at sleppa av við feskar fiskavørur.
Tey vísa á tað, sum hendi, tá ið lógin um flutningsstuðul varð fyri í løgtinginum í 1998 .
Á tí fundinum ivaðust umboðini fyri Skipafelagnum í, um tað er rætt, at studningur nú møguliga verður latin til hendan flutningin. Ein spurningur hjá Skipafelagnum er, hví teir skulu fara út á plássini, um stuðul verður givin til hendan flutning.
Vinnulívsfólk siga, at tá ið virkini fáa stuðul til at flyta fiskin til avskipingarhavina, verða vanligu marknaðarmekanismurnar settar úr gildi og sjálvsagt fara flutningsfeløgini ikki at brúka pening uppá at sigla oyggj úr oyggj eftir fiski, tá ið tað almenna betalir stuðul til at flyta fiskin til skipini ístaðin.
Skipafelagið siglur framvegis til nógvar bygdir kring landið, men summir túrar eru skerdir, eitt nú onkur av túrur í Suðuroynni beinleiðis á meginlandið, sum varð mettur at vera beinleiðis útflutningstúrur.
? Tað er dýrt at sigla bygd úr bygd og hví skulu vit sigla runt eftir fiski, tá ið virkini fáa stuðul til at flyta hann til Havnar, so at vit fáa hann til skipið, tí tað er nógv bíligari fyri okkum, spyr Skipafelagið framvegis.
Kortini sigur Skipafelagið, at flutningsstuðulin var ikki avgerandi fyri, at teir hava strikað onkran túr úr Suðuroynni beinleiðis niður á meginlandinum.
?Tann avgerðin varð tikin áðrenn flutningsstuðulin kom og grundin til avgerðina var, at nøgdirnar í Suðuroy vóru so smáar.
Annars heldur Skipafelagið ikki, at flutningsmøguleikarnir í Suðuroy er ikki heilt so ringir, ið summi vilja vera við.
Smyril sigldi á sinni beinleiðis úr Suðuroy fríggjakvøld. Vit sigla úr Havn fríggjakvøld, so bara Smyril er í Havn fríggjakvøld klokkan 18 ella klokkan 19, hevði fiskurin sloppið við, so tað er ikki tann heilt stóri munurin, sigur Skipafelagið.