Flugurnar fyribils burtur

- Vit eru flutt inn aftur í húsini, men enn finna vit flugur, ið liggja hálvdeyðar ymsa staðni, sigur Kjartan Høgnesen.

Norðoyri: Kjartan Høgnesen og familja hansara kundu síðst í januar mánaða flyta inn aftur í heim teirra, eftir at flugur í hópatali gjørdu innrás í húsinum nýggjárskvøld.
- Jú, vit fluttu innaftur síðst í januar mánaði, tí okkum longdist sjálvandi aftur í húsini. Men vit finna enn flugur ymsa staðni í húsinum, hóast tað hevur verið rættuliga kalt í veðrinum í seinastuni. Hetta eru ikki flugur í nøkrum serligum nøgdum, men onkur hevur verið frammi av og á. Men tað er ikki nógv um tær nú; tær flugurnar, ið vit hava sæð, hava verið meir deyðar enn livandi, fortelur Kjartan Høgnesen, nú vit taka samanum óhugnaliga tilburðin á nýggjárinum.

Yvir 1000 flugur gjørdu innrás
Hetta fór alt fram á sjálvari nýggjársaftan í ár. Kjartan og konan sótu við einum kaffimunni, tá Kjartan reisti seg fyri at lata vindeygað upp, so tey kundu hoyra skotini frá øllum rakettunum um midnáttarleitið.
Ì tí hann opnar vindeygað, sveima flugur í hópatali inn í húsini og skjóta seg niður eftir húsfólkunum.
- Har var ikki nógv at gera, vit máttu bara skunda okkum út úr húsinum. Tá eg komi útum, síggi eg, at allur endaveggurin á húsinum livdi. Hann var púra vekk aftan fyri allar flugurnar.
Kjartan og familjan gjørdu ikki mætari enn at flýggja til familju í Klaksvík, har tey so hava búleikast í eina tíð.
- Vit fóru útaftur til húsini tann næsta dagin fyri at vita, hvussu stóð til. Har vóru flugur allastaðni, so vit sproytaðu eina rúgvu av insekt-spray runt í øllum húsunum. Hetta sprayið var so sterkt, at tá eg sproytaði inn í millum vindeyguni unntanfyri, so doyðu flugurnar innanfyri eisini.
Eftir nakrar dagar fóru vit út aftur fyri at vaska og rudda upp eftir allan ruðuleikan, og funnu vit yvir 1000 flugur liggjandi deyðar í øllum húsunum.

Helst tarafluga
Húsini hjá Kjartani og familjuni liggja heilt niðri við fjøruna á Norðoyri, og á fjøruni liggur sum oftast nógvur tari.
Beint við húsini stendur eitt fjós, og millum hetta fjós og húsið rann ein opin kloak.
- Vit hildu, at flugurnar møguliga komu frá kloakkini, men dagin eftir tilburðin komu fólk frá Klaksvíkar Býráð eisini á staðið at hyggja at umstøðunum. Tey tóku ein sokallaðan "prøva" av flugunum, og sendu hana suður til Dorethu Block á Náttúrugripasavninum í Havn. Hon sendi fluguna víðari til Danmarkar, og har hava tey staðfest, at talan var um eina talaflugu.
Men vit hava ein illgruna um, at talan heldur hevur verið um fleiri sløg av flugum hetta kvøldið. Har vóru jú so nógvar, og teir vóru heilt ymiskar á stødd. Summar vóru stórar sum skinnflugur, meðan aðrar vóru heilt smáar, greiðir Kjartan frá.

Býráðið lagt nýtt rør
Eftir tilburðin varð nógv tosað um hesa opnu kloakkina, ið rann við húsini hjá Kjartani, og var onkur ábreiðsla eisini givin Klaksvíkar Býráð fyri hetta.
Hetta hevur býráðið eisini tikið til sín, tí eftir tilburðin hava teir lagt eitt rør við sjálvt kloakkrørið, sum nú leiðir kloakkvatnið víðari út á sjógv.
Allur tarin, sum lá í fjøruni, er eisini horvin, so Kjartan vónar, at hann og familjan fáa frið fyri flugum nú.

Vónar tað besta
- Nú hava vit verið aftur í húsunum í eina tíð, og enn hava vit ikki upplivað nakra ørkymlandi nøgd av flugum. Men tað hevur eisini verið so kalt í veðrinum, at tað hevur ikki verið livandi hjá nøkrum smákyktum. Men vit vita jú ikki, um hon møguliga hevur lagt seg millum skins og hold, og so kemur framaftur, tá lýggjari verður í veðrinum.
Men vit vildu sleppa inn aftur í heim okkara, so vit vóna tað besta, sigur Kjartan Høgnesen at enda.