Vit hava flest okkara hoyrt um hugtakið at gera eina flugu til ein elefant. Soleiðis upplivdi eg tað fyrradagin, tá portalurin In.fo fekk eina rámandi yvirskrift burturúr einum telefonpráti við meg.
Samrøðan við fryntliga tíðindamannin, sum eg bert havi alt gott at bera, snúði seg millum annað um broytingarnar, sum samgongan ætlar at gera í sambandi við skipanina tillagað starv. Eg segði við tíðindamannin, at eg havi hoyrt sum slatur, at onkur arbeiðsgevari ger sær dælt av skipanini. Burturúr hesum fekk tíðindamaðurin yvirskriftina “Hava frætt um svik við almennum pengum.”
Tað var ikki mín ætlan at seta arbeiðsgevarar í ringt ljós. Tí frá byrjan havi eg verið sera fegin um skipanina við tillagaðum starvi, sum fyrra ABH-samgongan setti í verk. Hópin av sólskinssøgum eru at siga um tey, sum umvegis tillagað starv hava fingið eitt betri lívsinnihald, tí tey aftur eru virkin á arbeiðsmarknaðinum hóast avmarkingar av ymsum slagi.
Og tað er fyrst og fremst arbeiðsgevarum fyri at takka, at so mong aftur hava fingið eitt gevandi arbeiðslív. Føroyskir arbeiðsgevarar hava veruliga spent seg út og hava við opnum favni latið dyrnar upp fyri fólki við ymsum avbjóðingum. Uttan teirra stóru vælvild, hevði skipanin við tillagaðum størvum als ikki virkað so fyrimyndarliga væl.
Skipanin við tillagaðum størvum verður nú eftirhugd og eftirmett, fyri at tryggja eina framhaldandi vælvirkandi skipan. Frá politiskari síðu er stór semja um, at føroyskir arbeiðsgevarar sýna fyrimyndarliga góðan hugburð at fevna og hjálpa menniskjum, sum eru komin soleiðis fyri, at tey ikki megna at røkja eitt fulltíðarstarv í ávís tíðarskeið.