BBR Service er ein verkstaður, sum hevur spesialiserað seg í mekaniskum umvælingum av øllum bilum við nýggjari og framkomnari útgerð.
Tað var í 2007 at BBR Service flutti úr Runavík til nýggja virkisbygningin á Lambareiði, sum stendur á einum 3.000 fermetra stórum grundøki. Gólvvíddin á sjálvum bygninginum er 500 fermetar, umframt eitt loft sum er umleið 100 fermetrar. Virksemið hjá fyritøkuni umfatar í høvuðsheitum bilaumvælingar og leigubilar.
Fyritøkan hevur nýggjastu og mest framkomnu útgerð til umvæling av bilum sum t.d. Bosch motortestarar til øll bilmerkir, bremsutestara, bluetooth sporitól og maskinur til dekkskift og avbalansering. Starvsfólkini verða javnan dagførd við tí nýggjasta, sum kemur fram innan elektronik- og motortøkni og øllum tí nýggjasta sum kemur fram av útgerð til bilar.
Verkstaðurin hjá BBR Service er góðkendur av Akstovuni til at umvæla og umsýna bilar.
BBR Service hevur eina vælvirkandi one-line skipan til eykalutir í tøttum samstarvi við leverandørarnar. Eykalutirnir verða bílagdir og leveraðir beinanvegin. Fyritøkan hevur eisini dekk til allar bilar.
BBR Service er eisini ein stór leigubilafyritøka við bæði persónbilum og vøruvognum.
Vit leggja stóran dent á at veita eina sera góða tænastu til viðskiftafólk okkara. Ein slíkur bilverkstaður krevur nógv, serliga á tí tøkniliga økinum og eisini halda við verkstaðin reinan og kundavinarligan. BBR Service liggur sentralt í Eysturoynni, og vit hava kundar úr allari oynni og aðrastaðni frá við sigur Bogi Rasmussen, stjóri í BBR Service.