Flóttafólk úr gamla Jugoslavia spælir nú tónleik fyri túsundum

Jasmin Jovanovic hevði sum 10 ára gamal eina bøn og visión um at sleppa at boða kristinboðskapin við sínum talenti fyri nógvum fólki í Europa

Í 1997 rýmdi ein 7 ára gamal smádrongur saman við familju síni – mammu, pápa, trimum  systkjum og ommuni úr krígsherjaða Jugoslavia. Hann hevði tá kroatiskan ríkisborgararætt og hevði fyri tað mesta búð í Serbiska partinum av landinum. Her var ótrygt at vera, og pápin velur saman við familju síni at flýggja.

 

Drongurin eitur Jasmin Jovanovic, og hann kemur saman við familju síni til Danmarkar, har tey royna at fáa friðskjól. Her koma tey í samband við samkomu, ið tekur sær nógv av teimum, og tað er eisini her, at Jasmin á fyrsta sinni sær eitt trummusett. Og Jasmin sigur, at hann fall so pladask fyri hesum ljóðføri og setti sær fyri, at hetta skuldi hann duga at spæla upp á.

 

Í 2000 koma tey so til Føroya og búsetast á Bakka á Glyvrum. Her eru eisini fólk, ið taka sær væl av nýggju gestunum av Balkan. Jasmin byrjar at savnast til møtir í Kelduni í Skálafirði, sum eisini verður heimasamkoma hansara, og her verður trummuspælið  ment, til hann í dag er ein sera góður trummuleikari – ja, ivaleyst ein av teimum bestu her á landi.

 

Longu sum 10 – 11 ára gamal fekk Jasmin ein longsul um at kunna boða evangeliið við teimum tónleikaligu gávum, hann hevði fingið í vøggugávu, og hann hevði eina bøn og visión um, at hann ein dag kundi brúka hesar gávur og spæla fyri stórari fjøld av fólki í Europa.

 

So er tað, at TeenStreet kemur inn í bílætið, og nakrir føroyingar verða bidnir um at spæla til felagsangin, sum skal vera á leguni í 2020 í Týsklandi. Sum kunnigt verður hendan legan avlýst, orsakað av korona, men bólkurin ger í staðin upptøkur, ið vera sendar út um alt Europa. Hetta er júst tað, Jasmin hevur ynskt og biðið eftir. Og søgan endurtekur seg í 2021, har upptøkur við TeenStreet tónleikabólkinum eisini verða sendar á øllum lokalu legunum runt um í Europa.

 

Men í ár eydnaðist tað so veruliga, og nú hevur Jasmin  saman við føroyska bólkinum fyrst verið í Hollandi og nú í Spania og spælt fyri stórari fjøld til legurnar har.

 

Jasmin sær hetta sum eitt bønarsvar, sum hann hevur bíðað eftir í góð 20 ár. Hann sigur, at hann sum ungur eisini kom fram á hetta ørindi í Jeremias, ið sigur: “Tí Eg  veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.”

 

Hetta var søgan um lítla drongin, ið flýddi úr krígsherjaða heimlandi sínum, og sum í 20 ár hevur havt eina visión, sum í dag er uppfylt.

 

Jasmin býr nú á Strondum. Hann er giftur Jónvár, ið eisini er av Stondum, og tey eiga 2 børn.