Hanus Kjølbro upplivdi toruslátturin á Viðareiði í gjár sum flottan, men samstundis eitt sindur ræðandi.
- Upplivingin var ógvuslig. Tað var flott, ógvusligt og eitt sindur ræðandi, tá mann ikki er vanur við tað, sigur Hanus Kjølbro.
Hanus Kjølbro sigur, at vit eru ikki so von við torusláttur í Føroyum og tí gerst upplivingin tað sterkari tá vit síggja tað við so nógvari megi sum í gjár.
- Tað slóð í eini 15 minuttir. Tað byrjaði spakuliga, men kom tættari uppá. Til endans komu ljósið og ljóðið næstan í senn og tá var eitt øgiligt buldur. Longri tað er ímillum ljósið og ljóðið, longri burtur er toran.
Hoyr Hanus Kjølbro greiða nærri frá í ljóðbrotinum, ið er er undir myndini.











