Tey munnu vera mong, sum høvdu ynskt, at vakra kavaveðrið, sum nú hevur ligið í nakrar dagar, verður liggjandi. Í longum løtum hevur mest at kalla verið stilli, kalt og klárur himmal.
Øll tey tilkomnu minnast stórar kavar og kavastormar, men líkt er til, at tað seinnu árini hevur verið longri ímillum slíkar harðbalnar kavavetrar, har nógvur kavi hevur ligið yvir eina longri tíð.
Kavaveðrið seinastu dagarnar hevur verið so avbera vakurt, og her hevur als eingin kavastormur verið. Børn hava spælt í kavanum, og hetta hava verið løtur, sum tey fara at minnast aftur á við gleði.
Hvussu teir næstu dagarnir fara at roynast, fara vit nú at leita okkum kunnleika um hjá DMI í Danmark. Men, fyribils verður nóg kalt til, at kavin verður liggjandi - í øllum førum um vikuskiftið.
Útlitini fram til leygarmorgunin eru sambært DMI, at tað verður framvegis stilt og eingin vindur, undir fimm metrar um sekundið, og kanska fáa vit okkurt kavaæl aftrat.
Hitin fer at liggja millum trý hitastig og trý kuldastig, men leygarnáttina kunnu vit fáa alt frá frostmarkinum og heilt niður í seks kuldastig.
Í morgin, leygardagin, verður eisini fínasta veður, undir fimm metrar um sekundið, sum út á sunnunáttina veksur upp í tríggjar til átta metrar um sekundið.
Leygardagin verður mest turt, kanska nakað av sól, og hitin fer at liggja millum frostmarkið og trý hitastig.
Sunnunáttina verður fyrst klárt í veðrinum, men seinni um náttina verður meira skýggjað. Tá kaldast verður sunnunáttina, kunnu vit fáa heili átta kuldastig, og heitast við strendurnar verður tvey hitastig.
Ja, hetta seinasta ljóðar kanska undarligt, men soleiðis sigur DMI - at vit kunnu fáa heilt niður í átta kuldastig "inde på øerne" og tvey hitastig "ved kysterne", sum tey siga.
Sunnudagin verður hann fyrst útsynningur, 5-10 metrar um sekundið, sum út á dagin veksur upp í 10-15 metrar um sekundið - og siðan minkar aftur út á mánanáttina niður í 5-10 metrar um sekundið.
Tað verður skýggjað sunnudagin, og tað er ikki óhugsandi, at vit kunnu fáa okkurt regnæl. Hitin fer at liggja millum tvey kuldastig og fýra hitastig, men seinni kemur hitin upp í trý til sjey hitastig.
Mánadagin verður aftur lýggjari, 10-15 metrar, og seinni upp í 12-18 metrar um sekundið. Hitin fer alt samdøgnið at liggja millum fýra og átta stig.
Týsdagin verður veðrið á leið tað sama sum mánadagin, kanska eitt sindur kaldari.
Mikudagin, tá vindferðin fer at liggja millum átta og 13 metrar um sekundið og seinni upp í 12-19, verður hitin fyrst millum tvey og seks stig - og seinni millum eitt og fýra stig.