Føroyar-Sveis 24-27 (11-14)
Hóast talan aftur hesa ferð gjørdist um eitt tap, so gav føroyska manslandsliðið í hondbólti áskoðarunum eitt satt hondbóltsupplivilsi. Í mun til dystirnar móti rumenum fyri viku síðani, tóktist føroyska liðið í nógv minni mun at hava virðing fyri mótstøðuni. Hetta hóast sveisisku leikararnir tóktust nærum ræðani á at líta kropsliga.
Hondbóltsliga var tó ikki tann stóri munurin millum liðini bæði. Styrkin hjá mótstøðuni lá fyrst og fremst í eini krútsterkari verju, og so høvdu teir nakrar stórar skjúttar á bakkunum, umframt gott strikuspæl.
Jens framúr
Størsta einstaka broytingin á føroyska liðnum tóktist vera, at tann virðingin, sum seinast var ov stór hjá málverjunum, tóktist at vera heilt burturi. Jens Skipagøta byrjaði í málinum, og tað var beinanvegin, at hann hevði tikið sær av onkrum sveisiskum royndum. Fyrstu løtuna helt hann einsamallur okkara inni í dystinum, men so við og við komu hinir á rætta lagið.
Eins og vanligt, var tað Ingi Olsen, sum gekk á odda. Hann tykist nærum at trívast best í slíkum dystum, men lítlibeiggin, Áki, átók eisini sær ein stóran leiklut. Dundurskotini fuku úr hondum hansara, og tað var púra greitt, at mótstøðuliðið fekk alt størri virðing fyri honum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki sá tó út til, at okkara høvdu mist eitt heiðurligt úrslit á gólvið. Striltið gekst at fáa mál, og munurin at kalla bara vaks, men seinasta korterið kom aftur vend í.
Heini skapti breidd
Heini Joensen, sum hevði skúgvað Marius Joensen úr hópinum, varð settur á veingin, og hóttanin frá vinstru hond hansara var nóg mikið til at togað eitt sindur í tøttu sveisaraverjuna. Brádliga gjørdist spælið hjá okkum breiðari, og eftir at sveisarar í 6 minuttir út í eitt vóru í undirtalið, var munurin brádliga minkaður nakað væl. Mótstøðumenninir tóktust alt annað enn álvaligir um støðuna, men tað eydnaðist teimum kortini at koyra sigurin heim.
Støðan kundi kanska verið øðrvísi, um okkara ikki gjørdu nøkur persónlig mistøk seinastu minuttirnar, men møguliga er hetta eisini ein avleiðing av, at okkara í gjøgnum allan dystin høvdu nýtt sera nógvar kreftir móti kropsliga sterku mótstøðumonnunum.
Umframt teir tríggjar, Jens, Inga og Áka, eigur eisini Hans Áki Dal Christiansen at verða tikin fram. Avrik hansara á vinstra veingi var so avgjørt í toppklassa. Alla tíðina royndi hann at skapa nakað í álopspartinum. Ofta eydnaðist hetta eisini, og millum annað tvey hoppskot í mál eftir yvirgongd gjørdu sítt til, at ansast skuldi eftir honum. Í verjupartinum var hann drúgvur sum altíð, og saman um tikið er einki at ivast í, at hann nú hevur sett seg tungt á sessin á vinstra veingi.
Dysturin í tølum
Málskjúttar: Føroyar: Áki Olsen 9(1), Ingi Olsen 6(4), Hans Áki Dal Christiansen 4, Sámal Joensen 2, Bjarni Wardum 2, Heini Joensen 1
Sveis: Stefan Massa 6, Ivan Ursic 5, Robbie Kostadinovich 4, Thomas Gautsch 3, Pascal Jenny 3(2), Urs Schärer 2(2), Martin Stettler 2, Zeno Läber 1, Michael Suter 1
Brotskøst: Føroyar 7, Sveis 7
Útvísingar: Føroyar 3, Sveis 5










