Flótandi gastronomi

Tad verður gjørt nogv við at marknaðarføra okkum sum eitt gastroland og ein hoyrar javnan um foodies sum koma hendavegin at royna køk okkara.  Sigast skal, at tað var eitt risa hóttarfall og afturstig at KOKS ikki fekk sømdir her og valdi at fara til Grønlands – vonandi kemur KOKS aftur.

 

Vit kalla okkum fiskivinnutjóð og ferðamaðurin/kvinnan vænta at fiskamatstovur eru á hvørjum tanga, men soleiðis er sum kunnugt ikki ! vit mugu fáa fleiri matstovur uttanfyri Havnina.

 

Fyrsta møtið hjá fremmindafólkinum við Føroyar er aloftast umborð á Atlantic Airways og Norrønu, og hvat stendur so matgleða ferðamanninum í bogi. Umbord á AA – okkara national carrier sum tey rópa seg – kann keypast okkurt slag av sandwich ! Ófatuligt at AA gavst við at hava ókeypis mat umborð – eitt koncept sum lítið og onki kostaði AA men hevði maximum pr og kundanøgdsemi. Hví serverar AA ikki ein fiskarætt umborð í samstarvi við vinnuna, just sum Air Greenland ger.

 

Nogva ferð betur er statt umborð a Norrønu ! Munkastovan er ein flótandi matstova við Michelin potentiali, rættir i serflokki, imponerandi vínskrá við glas servering og við nogvum fiski á skránni og við sera kompetentum tænarum. Munkastovan er ein super ambassadørur fyri Smyril Line og gastronomisku vinnuna og til stóra gleði bæði fyri útlendingin og okkum føroyingar. Eisini er buffetin umborð á Norrønu á  høgum støði. Aftaná ein góðan døgurða á Munkastovuni er stuttligt at lýða á fleiri av okkara bestu trubadurum td., Sámal Ravnsfjall. Norrøna er eitt sera gott konsept og sum vit øll kunnu vera errin yvir at eiga.

 

Tá vit tosa um Gastro Føroyar ídag eru tað tvey nøvn sum skara framúr, nevniliga Munkastova og Áarstova ! Hesar matstovur eru the «back bone» í gastronomiska rákinum í dag.

 

Johan Mortensen

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##