Kringvarp Føroya hevur eykað sjónvarpstíðindasending í kvøld. Allir floksformenninir eru bodnir í sendingina at siga sína hugsan um støðuna.
Seinnapartin hava Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, tingast við andstøðuna um stuðul til uppskot, sum samgongan hevur lagt fram.
Eyka tíðindasending í sjónvarpinum í kvøld klokkan 19.00 saman við øllum floksformonnunum. Katrin Petersen og Kaj Joensen eru vertir.










