Flokkurin hjá Farage størri enn bretski konservativi

LONDON: Flokkurin hjá Nigel Farage, Reform UK, hevur fyri fyrstu ferð yvirhálað Konservativa flokkin hjá Richi Sunak, forsætisráðharra í eini veljarakanning

 

Nigel Farage er best kendur fyri áralanga stríðið fyri at fáa Bretland úr ES. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Hordle/Itv/Reuters

Tað sæst í kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri blaðið The Times.

Reform UK fær stuðul frá 19 prosentum av veljarunum, meðan Konservativi flokkurin fær stuðul frá 18 prosentum.

Labour fær stuðul frá 37 prosentum av veljarunum.

Tað er í val í Bretlandi 4. juli.

Meiningakanningin varð gjørt millum 12. og 13. juni, eftir at Richi Suna lovaði at fremja skattalættar fyri tilsamans 17 milliardir pund – umleið 150 milliardir krónur – um hann verður afturvaldur.

Farage er best kendur fyri at hava ført valstríð um at melda Bretland úr ES. Ta var ein av høvuðsorsøkunum til, at brexit varð samtykt í 2016.

/ritzau/Reuters

 

 

Nigel Farage er best kendur fyri áralanga stríðið fyri at fáa Bretland úr ES. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Hordle/Itv/Reuters