Flokkarnir fiska um kapp

Partur av skúlagongdini hjá 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu er at royna seg á floti

Allir 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu sleppa í september mánaði at royna seg á floti. Hetta verður gjørt við sluppini, Westward Ho, og samstundis verður skipað fyri fiskikapping millum flokkarnar. Tann flokkurin, sum fiskar mest, fær her eitt steyp til ognar.

Í ár verða 15 fiskitúrar. Teir fyrstu skuldu vera mánadagin 1. september, men veðrið hevur ikki verið til vildar, og tí eru túrarnir, sum skuldu vera mánadagin, týsdagin og mikudagin útsettir til seinni. Men í gjári. Fyrrapartin var ein 6. flokkur úr Kommunuskúlanum á floti við Westward Ho, og seinnapartin 6. flokkur í Kollafjarðar skúla. Endamálið við túrinum “Á flot við Westward Ho” er, at næmingarnir í hesum aldursbólki fáa samband við sjógvin, fáa høvi at royna seg á sluppdekki og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.