Flogvøllurin á messu við Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands og Vága Floghavn fara nú undir samstarv í royndunum at draga fleri ferðafólk til Føroya

 

Flogvøllurin og Visit Faroe Islands fara í næstum á felags vitjan á Routes Europe 2015, sum verður hildin í Aberdeen. Hetta er fyrsta ferðin, at hetta samstarvið verður nýtt, men Jákup Sverri Kass, stjóri á Flogvøllinum, metir, at hetta er upplagt høvi at samstarva.

 

- Hetta er eitt forum, har flogvøllir og flogfeløg vanliga hittast, og tí hevur tað sjálvandi áhuga hjá okkum. Visit Faroe Islands kann sjálvandi fáa gagn av, at størri fokus er á Føroyum, og tí fara vit at hava felags bás á messuni, sigur Jákup Sverri.

 

- Í ár verður messan so í Aberdeen, og tá er hon næstan á okkara heimavølli, so vit síggja hetta sum upplagt høvi at koma í tal við aktørar, sum kunnu hava áhuga í at koma til Føroya. Og fyri okkum er tað lættari, at hetta verður gjørt á slíkari messu, ístaðin fyri at vit skulu ferðast kring alt Europa fyri at hitta júst somu fólk, sigur Jákup Sverri Kass.