Talið á deyðum eftir flogvanlukkuna á teilendsku oynni Phuket í gjár er nú komið upp í 90 Samstundis siga teilendsku myndugleikarnir, at sjey fólk eru ikki komin afturíaftur. Teirra millum er ein svenskur ferðamaður. Ein annar svenskur ferðamaður er funnin deyður í vrakinum.
Tey flestu, sum lótu lív, eru útlendingar, og millum teirra, sum sluppu við lívinum, eru seks bretar, tríggir avstraliumenn, tríggir iranar og tveir sviar.
Vanlukkuflogfarið, sum teilendska felagið One-Two-Go átti, fór á glið, tá tað setti seg á Phuket.