Flogvanlukka í USA kravt 49 mannalív

Eitt ferðamannaflogfar av slagnum Dash-8 Q400 datt tíðliga í morgun niður nærhendis flogvøllinum í býnum Buffalo Amerikanska løgreglan hevur váttað, at øll tey 48, sum vóru í flogfarinum, hava latið lív. Sagt verður, at flogfarið datt niður yvir eini hús, og at minst eitt fólk har doyði.

Buffalo News sigur, at flogskiparin hevði kært seg um tekniskar trupulleikar, tá flogfarið nærkaðost flogvøllinum í Buffalo.

Flogfarið var av slagnum Dash-8 Q400, sum kanadiska verksmiðjan Bombardier ger. Felagið Colgan Air átti flogfarið, sum var á veg úr Newark til Buffalo.