Flogvanlukka í Jemen

Tíggju fólk doyðu, tá eitt flogfar hjá jemenska herinum datt niður, júst tá tað var á venjingarferð uppi yvir høvuðsstaðnum Sana í morgun. Almennar keldur siga, at flogskiparin varskógvaði eftirlitið um, at flogfarið hevði tekniskar trupulleikar.

-Flogskiparin royndi at seta flogfarið í einum óbygdum øki, men tað miseydnaðist, og flogfarið datt niður, sigur ein flogeftirlitsmaður við Reuters. Blaðið Yemen Post skrivar á heimasíðu síni, at eldur kom í flogfarið, stutt eftir at tað var farið á flog.

Jemenska verjumálaráðið váttar, at øll tey 10, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Øll arbeiddu hjá herinum.

Flogfarið var av russiska slagnum Antonov.