Flogvanlukka í Indonesia kravt 78 mannalív

Eitt flutningsflogfar hjá indonesiska herinum er dottið niður í bygt øki har eysturi á oynni Java Indonesiska herleiðslan sigur, at 96 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi 13. Tað er ikki heilt greitt, hvussu mong hava latið lív, men tey seinastu tíðindini siga, at vanlukkan hevur kravt minst 78 mannalív.

Indonesisku fjølmiðlarnir siga, at eldur kom í flogfarið, og at tað mesta av tí er uppkolað.

Flogfarið, sum var av slagnum Hercules, var á veg av einari herstøð til høvuðsstaðin Jakarta, tá tað datt niður.