Flogvøllurin yvirtakast 1. mai

Uppskotið til endaliga yvirtøkusáttmálan er komið úr Danmark. Uppskotið til sáttmála um at yvirtaka flogvøllin í Vágum kom til Føroya í gjár, og eftir honum kann flogvøllurin yvirtakast tann 1. mai.

Tað segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, í Løgtinginum fyrrapartin, men treytin fyri yvirtøkuni er, at Fólkatingið samtykkir at niðurkapitalisera Íleggingargrunnin til endamálið.

Fyrrapartin viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um at stovna partafelag til at reka flogvøllin í Vágum.