Flogvøllur útbyggast í Vágum

Nú kom seinasta frágreiðingin um útbygging av flogvøllinum í Vágum.
Í samgonguskjalinum stendur greitt, at flogvøllurin skal útbyggast og nútíðargerast. Meira enn 2 ár eru farin og einar 2-3 frágreiðingar eru gjørdar. Tað undrar viðhvørt, at tað gongur so seint, tá talan er um at gera alneyðugar útbyggingar av okkara flogvølli í Vágum

Marjus Dam, løgtingsmaður

Tað undrar ikki sørt, at nú frágreiðingin um útbygging av flogvølli í Vágum er liðug, so fer Bjarni Djurholm út við, at ein sokallaður alternativur flogvøllur uppá 1800 m skal byggjast, -einaferð- men ongin skal vera bangin. Hvar hesin skal liggja, man ikki vera neyðugt at nevna hjá mær. Tað kunnu tey flestu rokna út. Og sera nógv fólk hava sera nógv at óttast fyri.
Eg má sum samgongulimur krevja, at B Djurholm heldur seg til samgonguskjalið og arbeiðir við, sum skjótast at útbyggja flogvøllin í Vágum.
Um Bjarni Djurholm vil hava alternativið á Glyvursnesi at vera 1800 metrar, so vóni eg, at sami landstyrismaður biður um at fáa flogvøllin í Vágum útbygdan til 1800 metrar Tað er tað, ið átti at verið gjørt nú.