Óli Mikkelsen
?????????????
Eg takki Alfred Olsen fyri áhugaverda grein 18. januar, har fleiri upplýsingar koma fram um flogvøll og undirsjóvartunnil. Ikki minst skal hann hava takk fyri at kostnaðarmetingarnar frá kanningini um flog-vøll frá 1963 koma fram. Tað undrar meg, at flogvøllur á Sandoynni er mettur til 16 mió. kr. móti 25 mió. kr. á Skorhæddini. Leysliga hevði eg mett at 2000 m. flogbreyt á Skorhæddini í landnyrðing/útsynning var lættari at gera enn tilsvarandi flogbreyt í Søltuvík; men kanska er meira tikið við á Skorhæddini. At flogvøllur á Glyvursnesi er nógv dýrari (57 mió. kr.) ógvist eg ikki við. Útbygging í Vágum var mett til 32 mió. kr. Tað er meir enn nýggj floghavn á Skorhæddini kostar. Tað mátti verið sjálvsagt, at vit byggja eina betri floghavn fyri minni íløgu, enn tað kostar at skoyta nakrar metrar uppí flogvøll í Vágum. Kanningin frá 1963 er eitt gott útgangsstøði, men treingir til at metast av nýggjum, tí nógv er broytt seinastu 40 árini, ikki minst viðvíkjandi tekniskum hentleikum.
Undirsjóvar-tunnil
Fast samband millum Suðurstreym og Eysturoy hevur alstóran týdning fyri framtíðar Føroy-ar, og eigur at gerast sum skjótast. Hesum grundgevur Alfred Olsen væl fyri. Grund-gevingarnar fyri at undirsjóvartunnilin skal leggjast um Strendur og enda í Runavík eru meira ivasamar. At fáa nógv økta ferðslu gjøgnum Runavík, kann ikki vera rætt. Har er nóg trupult sum er. Nýggjur vegur má gerast í øllum førum. Enn ber til at leggja hann omanfyri húsini yvir móti Lamb-areiði.
Undirsjóvartunnil Hvítanes, Strendur, Runavík verður 10,2 km til longdar. Strekkið úr Sandvíkum til eystara enda á Toftavatni er undir 7 km. Munurin er sostatt góðar 3 km. Skálafjørðurin um Saltnesgrynnuna er um 800 m. breiður. Hendan farleiðin má loysast leys av meginbergholinum. Tá fáa strandingar um 11 km til Havnar, meðan flest onnur fáa millum 5 og 6 km styttri leið, enn um farast skal um Strendur. Høvuðssakin er, at her er talan um íløgu í framtíðar møguleikar í Føroyum og at funnið verður tann besta loysnin fyri allar Føroyar.