Zakarias Wang
-----------
Nú hevur ein meiriluti í løgtinginum tikið ta avgerð, at nakrar hundrað milliónir skulu nýtast til at leingja og bøta um verandi flogvøll. J&K Petersen hevur lægsta boð, og alt er greitt til at fara til verka.
Men er hetta rætt at gera?
Nú alt kórið fer í gongd við at syngja halleluja, skal eg loyva mær at siga, at hetta er ein illa umhugsað avgerð.
Vansurin er ikki, at tað ikki ber til at nýta flogvøllin, tí tað kunnu vit gera sum er, og eitt sindur batnar hann, um hann verður longdur.
Tað eru tvey problem við flogvøllinum. Annað er, at flogførini noyðast at snúgva seg millum fjøll, sum eru alt ov nær. Hitt er, at hann ikki kann gerast so langur, at tað verður áhugavert hjá øllum flogførum at seta seg har.
Hesi bæði problemini gera, at bert flogfeløg við serkunnleika kunnu nýta flogvøllin. Samstundis er marknaðurin fyri tí tænastu, sum flogveiting er, so mikið lítil, at tað er órealistiskt at ímynda sær, at tað ber til hjá meir enn einum flogfelag at hava regluliga flúgving til og úr Føroyum.
Við at leggja nakrar hundrað milliónir afturat í verandi flogvøll koma vit sostatt at binda okkum til at hava eina monopolflúgving við øllum teimum bágum, sum av tí stendst.
Tann størsti vandin við monopolum er sum kunnugt, at framleiddar vørur og tænastur gerast verri, og prísurin verður hægri.
Tað okkum tørvar er júst tað øvuta. Vit vilja helst at framleiðslan gerast betri og at prísirnir falla.
Men hetta letur seg bert gera um so er at vit fáa kapping í lag.
Tað vit kunnu krevja av okkara løgtingi, er at tað sær til, at tað fer at bera til at kappast um marknaðin fyri flúgving til og úr Føroyum. Men løgtingið tekur nú ta avgerð, at soleiðis skal ikki verða.
Hetta fer at loysa seg væl fyri partaeigararnar í Atlantic Airways. So skjótt løgtingið hevur samtykt hesa útbygging, gerast partabrøvini í hesi monopolfyritøku gullrandaði, og skjótt fara tað at vera útlendingar, sum eiga tey, tí teir, ið pengar hava, vita sjálvandi, at einki loysir seg so væl sum at reka monopol. Líka leggja teir í tey, sum skulu gjalda prísin fyri teirra vinning.
Hesi eru vit øll.
Tað er nógv fyri, at ein avgerð sum henda ikki verður løgd fyri fólkið at taka støðu til. Her er talan um hvørt vit vilja liva í einum framkomnum samfelag ella sjálvboðin velja at fara í ørmundahúsið.
Nú verða vit av nøkrum fáum løgtingsmonnum og partaeigarum í flogfelagnum riknir hagar, vit ikki vilja.