Eitt flogfar hjá felagnum Qatar Airways, sum var á veg úr Manila til Doha, noyddist at lenda í Malaysia, tí flogskiparin var deyður av hjartatrupulleikum. Tíðarritið Take Off skrivar, at flogfarið lendi í øllum góðum í Kuala Lumpur.
Arabian Business News skrivar, at manningin var skelkað, men tað er ikki greitt, um ferðafólkini vóru kunnað um tað, sum var hent.
Tveir tímar seinni fór flogfarið aftur á flog, men við nýggjari menning.










