-So vítt vit vita, var veðrið so vánaligt hesa náttina, at fyrst bóðu flogskipararnir um loyvi at broyta kós, og seinni bóðu teir um loyvi at venda aftur. Tað var tað seinasta, sum hoyrdist frá flogfarinum.
Tað sigur franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius.
Longu fyrradagin ljóðaði, at flogskipararnir høvdu biðið um loyvi at broyta kósina, men hetta er fyrstu ferð, at myndugleikarnir upplýsa, at teir eisini bóðu um loyvi at venda aftur.
Fronsku myndugleikarnir hava fingið teir svørtu kassarnar, sum vóru í flogfarinum, men sambært Laurent Fabius kann tað taka fleiri vikur at kanna teir.
118 fólk vóru í algerska flogfarinum, og øll doyðu. Teirra millum vóru 54 franskir ríkisborgarar. Manningin á flogfarinum var sponsk.