59 ára gamli Seif al-Din Mohamed Mostafa, sum í gjár tvingaði eitt egyptiskt flogfar til at lenda í Kýpros, varð í dag førdur fyri ein dómara, har hann fekk lisið upp fyribils ákærurnar móti sær.
Ákærurnar fevna um flográn, fólkarán, ábyrgdarleysan og hóttandi atburð og brot á lógini móti yvirgangi. Tað upplýsir Ritzau tíðindastovan.
Talan var um ein fyrireikandi rættarfund í dag, og verður Seif al-Din Mohamed Mostafa fyrst alment ákærdur seinni.
Sjálvur noktaði ákærdi seg sekan, og segði at talana einans var um eina roynd at fáa samband við síni børn og fyrrverandi konu sína, ið hann ikki hevur sæð í 24 ár.
Myndugleikarnar í Kýpros hava eisini upplýst, at tey meta ikki, at talan er um eitt mál um yvirgang, men at ákærdi er sálarliga óstøðugur.