Flogovastin hjá Atlantic Airways, Hans Hansen, ávarar staðiliga ímóti at lata felagið privatisera; hann grundgevur við at talan er um eina lívæðri í tí føroyska vegakervinum og eina funktión sum er grundleggjandi fyri menningina í samfelagnum undir komandi árum. Meðan hann vísir á at Atlantic hevur staðið seg óvæntað væl í flogvinnuni og hevur bygt upp ein dyggiligan kapital bæði hvat viðvíkur tí vitanarliga og tí fíggjarliga, so kallar hann tað óðamannaverk av føroyingum at avreiða hetta undir páskoti av at talan er um eitt og hvørt vanligt handilisligt felag.
Hetta er álitið í tí føroysku loftferðsluni og felagið má mennast víðari út frá hesum, segði Hans Hansen. Tað er óðamannaverk at selja felagið nú og tað hevði verið katastrofalt fyri menningina í føroyskari flogvinnu; okkara flogvegis sambandi við útheimin hevði upp á sikt verið skert aftur í sjeytíárini.
Flogovastin meinar at Atlantic Airways eigur fyrst og fremst at verða varðveitt á føroyskum hondum, helst sum eitt alment partafelag, av tí at okkara samfelag er so lítið sum tað er og einki vanligt kommercielt felag vil hava áhuga í at geva tí føroyska almenninginum eina tænastu ið kann samanberast við ta vit nú fáa og kunnu fáa framyvir við verandi skipan.
Hann vil samstundis vera við at útbyggingin av Vága Floghavn saman við komandi føroyskari luttøku í felags europeiskum flogferðslu samstarvi við fríari kapping fer at gera tað enn meira týðiligt hvønn týdning Atlantic hevur fyri Føroyar: vit koma at síggja størri flogfør í Vágum og flogfeløg sum einans síggja lønsemi í at flúgva fullsett millum Vágar og Keypmannahavn, og sum ongan áhuga vilja hava í at stríðast við at menna fram nýggjar flogrutur til Íslands, Stóra Bretlands og aðrastaðni við Føroyum í miðdeplinum. Men Atlantic kemur at standa seg væl í kappingini, um tað fær frið, og einki annað felag fer at megna at taka tann føroyska marknaðinum frá teimum; hinvegin fer Atlantic at fáa fyrimunir av at sleppa upp í kapping aðrastaðni.
At vit eru kappingarfør, varð aftur staðfest tá vit herfyri vunnu enn eina kontrakt í norsku oljuvinnuni, segði Hans Hansen. Flúgvingin fyri frálanda vinnuna er vorðin er týðandi partur av inntøku grundarlagnum hjá felagnum, og hetta er ein ábending um okkara styrki.
Bjargar sjúklingum
Vit tosa um annað og meira enn eitt vanligt handilsligt felag, segði hann. Atlantic Airways varð stovnað fyri at menna flogferðsluna í Føroyum, heldur enn fyri at tjena nakrar krónur her og nú, og skal sammetast við eina lívæðr í tí føroyska vegakervinum felagið er fólkaogn, hevur vaksið seg sterkt og er væl konsoliderað við kapitali og kunnskapi; tey virðir sum her eru bygd upp mugu bara ikki fara til einkis við eini skallutari avreiðing.
Flogovastin afturvísir alt tos um at skattafíggjaður peningur úr landskassanum má til fyri at Atlantic Airways skal kunna útvega sær neyðugan kapital til víðari menning.
Felagnum nýtist ongan fíggjarligan styrk úr landskassanum. Bankarnir standa í kø fyri at fáa sleppa framat við tilboðum, og virðið á felagnum er ídag tríggjar ferðir størri enn tað á til dømis Cimber Air. Vit hava miðvíst bygt upp eitt virðismikið know-how, men hetta er nakað sum má halda fram. Eingin trúði okkum tá vit søgdu at vit fóru at fáa ein stab av føroyskum flogskiparum; hetta fór í besta føri at taka eini tjúgu ár, varð sagt. Men vit megnaðu upp á fimm ár at fáa eitt sterkt lið av føroyskum flogskiparum, og vit eru framvegis í ferð við at byggja upp ein føroyskan yrkiskunnleika innan flogvinnu. Bróta vit nú hetta niður við at selja felagið av landinum, so eri eg bangin fyri at menningin hjá okkum verður av ongum.
Sum eitt annað dømi um fyrimunin og týdningin av at hava okkara egna flogfelag nevndi Hans Hansen tað at flúgvarin yvirnáttar í Vágum - ikki í Reykjavík ella Keypmannahavn; nakað sum fleiri ferðir hevur bjargað føroyskum mannalívum.
Tá á stendur kann tað vera heilt avgerandi at vit hava eitt flogfar sum stendur tilbúgvið í Føroyum. Eg havi fleiri ferðir verið vitni til at lív á føroyskum sjúklingi er bjargað av hesum; tá so lítið av tíð hevur verið til taks at um flogfarið fyrst skuldi komið til Føroya úr útlondum áðrenn farið kundi verið úr Vágum, so gjørdist ov seint til at bjarga lívinum á sjúklinginum.
Flogovastin, ið á flogmáli verður nevndur Director Operations avvarðar vegna felagið mótvegis loftferðslu myndugleikum; Hans Hansen hevur flogið 4000 Føroya túrar, ið er fleiri ferðir meira enn nakar annar; hann hevur tikið lut í leiðsluni hjá Atlantic ígjøgnum 14 ár og hevur verið við til at byggja felagið upp til tað tað er í dag.
Hann segði at hann kendi seg noyddan at loysa frá tungubandinum nú, eftirsum at leiðslan í Atlantic tykist at hava fingið munnkurv. Verður felagið nú selt, segði hann, so vil hann ikki vera við longur.
Eg havi roynt at sagt mína hugsan men tað kennist sum um at alt hetta vit hava at siga verður tagt burtur. Fólk hava eftir øllum at døma fingið munnkurv, men nú kann eg ikki tiga longur.
Lat meg leggja afturat at tað hevur verið ein heiður at hava verið við til at byggja hetta felagið upp, men tað er sera hugstoytt at síggja alt á veg til niðurbrótingar; hendir tað sum nú er stungið út í kortið, so vil eg ikki vera við longur.