Vegna vánaligt veður í gjárkvøldið og í morgun hevur øll flogferðsla verið avlýst, men nú seinnapartin er rættlag við at koma í aftur.
Flogførini frás Billund, Keypmannahavn og Reykjavík, sum vórðu avlýst í gjár, eru øll lend nú tíðliga seinnapartin.
Flogfarið til Keypmannahavn klokkan 8.15 í morgun fór avstað klokkan 14.00, og ætlaðu fráferðirnar klokkan 14.45 til Keypmannahavnar og klokkan 16.00 tikl Stavanger fara avstað sum ætlað.
Harvið skuldi ólagið, sum var á flogferðsluni í gjár og í morgun verið komið í rættlag aftur.











