Amerikanska flogfelagið American Airlines hevur skrivað undir sáttmálar við flogverksmiðjurnar Boeing og Airbus um 460 nýggj ferðamannaflogfør. BBC sigur, at talan er um 200 flogfør av slagnum Boeing 737 og 260 av slagnum Airbus A320. Tey skulu latast felagnum í árunum frá 2013 til 2022.
AMR Corporation, sum eigur American Airlines, sigur, at um fimm ár verður felagið tað flogfelag í USA, sum hevur tann nýggjasta flotan og samstundis tey flogførini, sum brúka minst brennievni.
Boeing 737 og Airbus A320 taka umleið 200 ferðafólk.