Flogfeløg fara at gjalda tær fyri at flúgva

Flogfelagsstjóri roknar við, at í framtíðini fara ferðafólk at fáa pengar fyri at keypa ferðaseðil

Í framtíðini kann tað henda, at flogfeløg fara at gjalda fólki fyri at flúgva við teimum.

Tað heldur stjórin í íslendska lágprísflogfelagnum Wow Air.

– Okkara mál er, at ískoytisinntøkurnar skulu verða størri enn inntøkurnar frá flogferðaseðlum, sigur Skúli Mogensen við Business Insider.

Tað vil siga, at Wow Air selur bíligar ferðaseðlar, men roynir síðani at fáa fólk at gjalda fyri at velja setur, at sleppa fyrst umborð á flogfarið, at gjalda fyri mat og drykkjuvørur umborð og so víðari. Eisini hava fleiri flogfeløg gjørt avtalur við gistingarhús, matstovur og bilaleigufyritøkur, sum geva flogfeløgunum inntøkur.

Skúli Mogensen roknar við, at hetta fer at hava við sær enn bíligari flogferðaseðlar, og í nøkrum førum fara fólk at fáa eitt gjald fyri at bíleggja ferðaseðlin.

- Líkamikið hvat flogfelag fyrst kemur hartil, fer tað at føra til eina týðandi broyting í flogvinnuni, sigur Skúli Magnussen við Business Insider.