Eingin veit at siga, hvat er vorðið av einum flogfari hjá felagnum Malaysia Airlines, sum hvarv i gjárkvøldið. Ein ovasti hjá vietnamesiska flotanum sigur, at flogfarið datt niður í havið einar 150 fjórðingar frá oynni Tho Chou, men tað avsanna loftferðslumyndugleikarnir í Malaysia.
227 ferðafólk úr 14 londum vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi 12. Av ferðafólkunum vóru 153 úr Kina, 38 úr Malaysia, og hini vóru úr Indonesia, USA, Avstralia, Fraklandi, Ný Sælandi, Ukraina, Russlandi, Kanada, Eysturríki, Italia, Taiwan og Niðurlondum.
Myndugleikarnir í Kina hava boðað frá, at teir eru í ferð við at kanna, um flogfarið kann hava sett seg onkunstaðni har.
Tað horvna flogfarið er av slagnum Boeing 777 og var á veg úr Kuala Lumpur í Malaysia til Beijing í Kina, tá tað hvarv yvir Suðurkinesiska Havinum.










